Anatoly Karpov, sum eftir ætlan skuldi saman við Kasparov og Kramnik luttaka í Botvinnik Memorial, valdi óvæntað at venda eygini ímóti heimsmeistaraheitinum hjá talvsamgonguni FIDE, sum eins og Botvinnik Memorial verður leikt í Moskva. Karpov hevði annars í summar kritiserað FIDE og HM teirra, men valdi hann kortini at royna at fáa FIDE HM-tittulin aftur til Russland.
Tíverri fyri Karpov tapti hann longu í fyrsta umfari ímóti ókendum kinesara við styrkistalið 2487. Hetta úrslit er sjálvsagt óhoyrt og óvæntað. Mannagongdin er at telvað verður tvær reisir ímóti hvørjum øðrum, og stendur javnt tá verður kviktalvsumdystur leiktur fyri at finna vinnaran. Karpov tapti kviktalvsumdystin.
Núverandi FIDE HM, indarin Anand, er saman við øðrum favorittum so sum Adams, Morozevich, Ivanchuk, Topalov og Shirov, komin víðari til fjórða umfar. Eisini er Predrag Nikolic, sum miðskeiðis í 90´unum var mangar ferðir í Føroyum, serliga í Klaksvík, har hann vandi ungir telvarar, komin víðari í Knock-Out HM-kappingini Eftir fjórða umfar er fjórðingsfinala.










