Karpov sum í gomlum døgum

Fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov leikti seg sera óvæntað í finaluna í sterkastu kvikkapping nakrantíð, nevnd Eurotel Knock-out, sum varð telvað í Prag

Øll heimselitan, undantikið Ruslan Ponomariov, varð savnað herfyri í Prag við tveimum endamálum í huganum. Fyrst og fremst sjálvsagt fyri at telva, men eisini fyri at royna at loysa talvpolitisk mál. Talvheimurin er nevnliga tvíbýttur, við talvsamgonguni FIDE á einari síðu og Garry Kasparov við fleiri á hinari, umframt at vanlig nærtalv verða leikt við ymsum tíðum, tann sokallaða FIDE-tíðin, sum er stutt talv í mun til tey vanligu klassisku langtalvini.
Roynt varð mánadagin 6. mai at loysa trupulleikarnar í týðandi fundi millum partarnar. Vónandi spurdist okkurt burturúr.

Ivanchuk vann meistaran
Í kvartfinaluni í sjálvari kappingini hendi nakað sera óvæntað. Vassily Ivanchuk vann nevnliga á Garry Kasparov, eftir at bæði kviktalvini eins og bæði snartalvini (snartalv blivu leikt í umdystum) endaðu jøvn. Ivanchuk vann sudden-death snartalvi. Framanundan hevði Karpov framt eina enn stóra sensatión, tá hann vann fyrsta kviktalvið móti Vladimir Kramnik, og leikti seinna javnt. Karpov vann eisini á Morozevich og Shirov, sum gav honum pláss í finaluni.
Indarin Anand bleiv tó banamaður Karpovs í finaluni, tá hann vann 1,5 ? 0,5 móti Karpov. Í finaluni blivu tvey langtalv telvd ístaðin fyri kviktalvini á 25. min. hvør. Anand telvaði eins og Karpov trygt og væl, og tapti einki talv í kappingini. Í hálvfinaluni mátti hann stríðast væl fyri at vinna á føroyavininum Ivan Sokolov, sum óvæntað hevði leikt seg í hálvfinaluna, við at eitt nú vinna á Peter Leko og Michael Adams.
Men eingin ivi var um at stjørnan í kappingini var Karpov. Hann telvaði sum í gomlum døgum, og tapti ei heldur nakað talv fyrrenn í finaluni.

Atlantic Weekend
Umleið 50 telvarar hava teknað seg til 2nd Atlantic Weekend, sum Arild Rimestad úr Talvfelagnum Føroyar skipar fyri í keypmannahavn. Eini fimm tittultelvarar verða við, eitt nú GM Carsten Høi úr Danmark, og eisini eru nógvir útlendingar at finna á luttakaralistanum.
Føroyingar eru sjálvsagt eisini við. Útisetarnir John Arni Nilssen, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang eru við, og úr Føroyum fara Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Martin Poulsen til Keypmannahavnar at vísa útisetunum hvat teir duga.
Kappingin verður í døgunum 8-12. mai, har heili níggju talv skulu telvast uppá fimm dagar. Hetta merkir at fýra av døgunum verða tvey talv telvd um dagin. Tungt, men eisini avbjóðandi verður tað fyri telvarnar. Á www.ksu.dk verður møguligt at fylgja við.
Talvið hesa vikuna
Karpov,A (2690) - Kramnik,V (2809)
Eurotel Trophy Prague CZE (2.2), 30.04.2002

1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 b6 4.g3 Ba6 5.b3 Bb4+ 6.Bd2 Be7 7.Bg2 c6 8.Bc3 d5 9.Ribd2 Ribd7 10.0-0 0-0 11.Re1 c5 12.e4 dxe4 13.Rixe4 Bb7 14.Rifg5 cxd4 15.Bxd4 Rixe4 16.Rixe4 Fc7 17.Ric3 Rad8 18.Rid5 Bxd5 19.cxd5 e5 20.Rc1 Fb8 21.Bb2 Bc5 22.a3 a5 23.Rc4 f5 24.b4 axb4 25.axb4 Bd6 26.Fd2 e4 27.Rc6 Rde8 28.Bd4 Rie5 29.Rxb6 Fd8 30.Rxd6 Fxd6 31.Bc5 Fd7 32.Bxf8 Rxf8 33.Fd4 Fd6 34.b5 Rb8 35.Rb1 Rb6 36.h3 h6 37.g4 fxg4 38.Fxe4 gxh3 39.Bxh3 Rb8 40.Be6+ Kh8 41.b6 Rid7 42.Bxd7 Fxd7 43.Fe6 Fb7 DIAGRAM (Støðan er vunnin, og Karpov finnur rætta og skjótasta veg til sigurs) 44.Rc1! Fa6 [44...Fxb6? 45.Rc8+ Kh7 46.Fg8+ Kg6 47.Rxb8] 45.Rc6 Rf8 46.Fe7 Rg8 47.b7 Fb5 48.Rc8 Fb1+ 49.Kh2 Fb2 50.Kg2 Fb4 51.Fxb4 1-0
Áðrenn 44.Rc1!