Karolina Petersen 80 ár

   

Í gjár, mánadagin 27. september, varð Karolina Petersen 80 ár. Karolina hevur seinastu hálvu øldina verið í fremstu røð, tá ið tað hevur rátt um at arbeiða fyri at betra umstøðurnar hjá teimum brekaðu, og hon er eisini kend frá politiska lívinum.
Karolina er ættað av Toftum. Foreldrini vóru Sanna og Andreas Hansen, Andreas í Túni. Hon er gift við Peturi Petersen, presti, sum er ættaður úr Klaksvík. Tey eiga sonin Kára.
Miðskeiðis í fimti árunum fluttu tey aftur til Føroya, eftir at tey høvdu verið á flatlondum. Petur gjørdist prestur í Hvalvík, og Karolina fór undir virksemið í ALV, sum hon var fyristøðufólk fyri frá 1956 og fram til 1999. ALV helt til við Áir, og Karolina, væl stuðlað av manninum, arbeiddi nógv og miðvíst fyri at betra um umstøðurnar og møguleikarnar hjá teimum brekaðu. Dømini eru nógv um tey, sum við hjálp og stuðli frá Karolinu og Peturi og ALV komu á arbeiðsmarknaðin og um onnur, sum komu á rætta hill, eftir at sjúka ella brek hevði forðað teimum at verið í tí, sum tey frammanundan høvdu tikist við.
Umframt ALV legði Karolina í 1965 lunnar undir privata vistarheim-ið fyri brekað í Havnini, sum eisini í nógv ár hevði hølir við Toftavatn. Umframt í so mongum øðrum, so var hon eisini í fremstu røð, tá ið Hotel Tórshavn var latið upp í Keypmannahavn. Hon sá, at har var ein tørvur, sum ikki var nøktaður, og so tók hon stig til, at nakað varð gjørt við hetta. Hon var formaður í nevndini fyri hotellið frá 1976 og til 1986, og hon hevur eisini verið í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið.
Eftir eina fjórðings øld í Hvalvík, fluttu Karolina og Petur fyrst í áttati árunum inn á Gjarðarnes, og har vóru tey, inntil Petur, sum 1. desember í fjør varð 80, legði frá sær orsaka av aldri, og tey fluttu til Havnar.
Frá 29. mars í 1988 og inntil í januar í 1989 var Karolina landsstýrismaður fyri Framsóknarflokkin, sum Adolf Hansen, sáli, var formaður fyri. Karolina umsat almannamál og kommunumál.
Føðingardagin skuldi Karolina halda saman við nøkrum av sínum næstu.