Aftur í ár fara ítróttarfólk at ganga karnivalsgongu á Eystanstevnu í Runavík Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin 20.juni, hava fyriskipararnir avgjørt at eyndurtaka hittið frá í fjøð, við at skipa fyri einari karnevalsgongu áðrenn stevnan verður sett.
Fríggjakvøldið 19 juni, á Eystanstevnu, verður nevniliga ein karnevalsgonga við hundratals fólki.
Í karnevalsgonguni, luttaka ítróttarfólk og onnur, sum vanliga eru partur av skrúðgonguni.
Ítróttarfólkini fara at hava hvør sítt show og eisini verða maskottar og annað, ið fyrireikararnir ikki vilja avdúka enn, við í gonguni.