Sangur og gleði, skrál og rútmur, grýlur og gykl, saman við trummum og alskyns litum. Summarfestivalurin verður í ár hildin fyri 10’indu ferð, og hetta skal hoyrast og upplivast í millum stóru fjøllini Klaksvík.
Tískil verður skrúva upp fyri charmu, og boðskapurin skal ljóða: at tónleikur er eitt mál sum øll skilja, og at hvør fulgur syngur við sínum nevi.
Summarfestivalurin skipar nevnliga aftur í ár fyri karnevali, og øll stór sum smá eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Á odda koma børnini, sum hava luttikið í dansiskúlanum at ganga, saman við dugnaligum dansarinnum, fylgd av spentum børnum, forvitnum ungdómi og væl uppløgdum vaksnum.
Karnevalið fer frá Badmintonhøllini kl 13.00 og endar á Vágsbøi, har hol verður sett á dagsins skrá við einum herligum barnashowi ætlað børnum og barnsligum sálum. Vit gleða okkum at síggja teg, og vóna at tú kemur at hjálpa okkum at seta dám á dagin.










