Karmferðslan

Landsynningurin hevur ligið nokk so tráður allan novembermánað við vindi og regni. Er tað nakað sum vit føroyingar ikki orka fyri, so er tað júst regn og vindur, men sum plástur á sárið hava vit jú eina vælvirkandi og vælútbygda samferðlsu, sum syrgir fyri at ein kemur turrskøddur úr staði í annað. So tað skuldi staðið væl til!

Ein mánamorgun í november fóru eg og børnini úr Havnini út til Svínoyar. Veðrið var stak keðiligt. Nógvur vindur av landsynningi og regn. Bussurin fer eisini so ókristiliga tíðliga, at ein skal taka seg alvorliga saman til henda túr. Eftir ferðaætlanini fer bussurin kl 06.20 og so náa vit Dúgvuna kl 08.00 og Másan kl. 09.10 úr Hvannasundi.
Vit komu omna á farstøðina í rímiligari góðari tíð. Vit fóru tó út til bussin at standa, tí um ein stendur inni í farstøðini og er eitt sindur óansin, kann væl verða, at bussurin er farin, áðrenn tú varnast. Hetta vildi eg ikki skuldi henda. Stóð tí framman fyri bussin. Førarin er í bussinum, men vil ikki loyva okkum inn, tí enn er tíðin ikki komin. So vit noyðast at standa í regninum, tí at fara innum í farstøðina er ov risikabult. Umleið ein minutt áðrenn fráferð sluppu vit inn í bussin, men tá høvdu vit longu fingið hálvan karm.
Busstúrurin gekk sum hann plagar, hóast buksurnar føldust eitt sindur óbehagiligar av regninum. Hóast eg royndi, eydnaðist tað mær ikki at fáa blund í eyguni, men børnini deysaðu kortini. Vit komu til Leirvíkar 20 minuttir áðrenn Dúgvan skuldi fara. Spilt bíðitíð hugsaði eg, tað hevði ikki verið so galið at sloppi at sovi eitt sindur longur henda keðiliga mánamorgun. Men vit sluppu tó at sita í bussinum til klárt var at fara umborð.
So yvirum við Dúgvuni. Tað er torført at halda stýr á børnunum í øllum fólka-bila-meldrinum á dekkinum. Eitt teirra hevði hug at renna avstað, men eg toygdi meg eftir tí, fekk fatur og togaði tað til viks, í tí ein bilur kemur framvið. Tað hevði nokk onki hent uttan tað, at klæðini hjá barninum vórðu dálkaði. Í tí eg tók í barnið kom eg at traðka í eitt ella annað - eina ILA vatnaskræpu ella líknandi. Tað luktaði í øllum førum virkuliga sjúkt. Tá vit sótu í kantinuni og hugnaðu okkum var einasti trupulleikin lukturin frá okkara skóm, tí ikki bert eg hevði fingið skógvarnar vátar av rotnum fiskavatni.
Í Klaksvík var eisini nógvur vindur av landsynningi og regn. Har er tað so snilt, at menn hava tikið bussskýlið burtur. Men har stendur ein telefonboks, sum kan brúkast at kroka í. Eg lovaði børnunum inn í boksina og sjálvur mátti eg standa uttanfyri og kroka norðanvert boksina, men har lívdi ikki so gott, so eisini her fekk eg hálvan karm. Buksurnar vóru so dánt tornaðar eftir bíðitíðina í Havn, men nú skuldi eg so aftur standa til svars fyri landsynninginum. Jú forrestin, tað er eitt bíðirúm í Klaksvík, men her er støðan tann sama sum í Havnnini. Ert tú inni har og eitt vet óansin, kann lættliga henda, at bussurin er farin undan tær. Men hetta vildi eg ikki skuldi henda, so heldur ein hálvan karm afturat.
Busstúrurin gekk sum hann skuldi. Komin til Hvannasunds síggja vit, at tað er Súlan sum siglir, tí Másin er farin á beding. Ok við tí, Súlan siglir eitt sindur skjótari enn Másin, hóast hon rullar nógv verri. So leingi tað er landsynningur verður siglt yvir á Eiðið so tað bilar ikki so nógv við rullinum. Á bryggjuni fáa eg eitt hugnaligt prát við manningina um veður og vind. Í transithøllini, sum er ein bingja liggja fleiri postpakkar og ein sær, at talan er um seyðakrov. Jú, tey eru komin úr Svínoy fyrradagin og eru líkasum strandaði í binguni, tí flutningsfeløgini frásiga sær ábyrgdina fyri at flyta hesi krov til Klaksvíkar - orsakað av lukti sigst. Her koma bæði postverk, farmaleiðir og bygdaleiðir framvið, men krovini sleppa ongan veg. Spell at krovini ikki høvdu stert!
Tá alt er um at verða klárt og klokkan er um at verða siglingartíð, kemur ein ov sein farmaleið koyrandi omaneftir og skal lossa farm umborð. Hetta ger, at Súlan verður forsinkað við 20 minuttum.
Vit settu okkum so niðurundir og har neyt eg blíðskapin hjá manningini og fekk ein kop av kaffi. Fínar greyðir, hugsaði eg, umborð á Dúgvini kostar júst tað sama kaffi í plastik 8 krónur. Eg var eftirhondini vorðin eitt sindur kaldur av øllum hesum óbehagiligu og váttligu klæðunum, men royndi mítt besta at verða um børnini. Tað rullaði nokk so illa yvir um. Okkurt barnið fekk sjóverk og spýði.
Komin yvir á eið varð farið í land. Veðrið er framvegis tað sama, nógvur vindur av landsynningi og regn. Tað eru nærum tveir kilometrar frá lendingini til bygdina. Einasta flutningsfarið á farleiðini er ein lastbilur við krana. Bilførarnin tekur fegin fólk við so longi pláss er í stýrhúsinum, har passa eini tvey fólk, restin má so antin ganga ella upp í lastina, um ein tímir tað. Hetta man verða tann gloymda bygdaleiðin, tí onki stendur um hana í ferðaætlanini.
Veit væl, at eg nú havi valið millum pest og kolera. Valið stendur í millum at fáa tann absolutta karmin gangandi ella koyrandi. Hugsaði, at skal eg gjøgnumbloytast totalt, lat tað so bara ganga skjótt fyri seg, og valdi eg tí billoysnina. Børnini inn í førarahúsið og eg uppá lastina saman við viðførinum. Har var onki at gera enn at halda fast í kranan og stinga nøsina upp í landsynningin og tríva í sangin: Regn og regn og regn og regn, regnar allan dagin? og annars hugsa góðkennandi um filosofisku staðfestingarnar hjá Róa Pæturssyni um, at onkustaðni er tað heilt sikkurt ein alvorligur leki millum teori og praksis.
Tveir hálvar og ein mega-karm fyri 130 krónur.