Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss legði 31. mars uppskot fram um fíggjarkarmar - ella játtanarkarmar - fyri komandi árini.
Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógini fyri 2017, sum skal samtykkjast árenn hetta árið er liðugt.
Í uppskotinum verður mælt ti, at fíggjarlógin skal javnviga við 4,7 milljardum krónum og hon skal geva 50 milljónir krónur í avlopi.
Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, segði, at hendan samgongan hevur avrikað nógv og fer eftir uppskotinum at gera munandi meira.
-Talan er um grundleggjandui broytingar, so tað tekur tíð og tað fær eisini meinignarnar til at brótast nokk so ógvusliga, segði hon.
Hon legði eisini afturat, at tað gongur væl búskaparliga í Føroyum í løtuni.