Tórsvøllur
Sum nevnt í fjølmiðlunum í hesi vikuni, so ætlar FSF formaðurin seinastu 20 árini, Torleif Sigurðsson, at leggja frá sær, í seinasta lagi á aðalfundinum komandi ár.
Fáa Tórsvøll gókendan
Hetta merkir tó ikki, at Torleif ongar ætlanir hevur fyri tað tíðarskeiðið, sum hann enn hevur eftir at virka, og eitt hitt mest átrokandi tykist vera at fáa viðurskiftini kring Tórsvøll í rættlag, soleiðis at hann eisini framyvir kann nýtast í altjóða høpi.
Støðan í dag er nevnliga tann, at loyvi frá UEFA at nýta Tórsvøll til altjóða dystir bert er eitt fyribils loyvi. Hetta varð givið í 1999, og sambært Torleifi er so spurningurin, hvussu leingi hetta kann standa við.
- Tað eru ymisk viðurskifti ? serliga viðvíkjandi fasilitetum til spælarar og dómarar ? sum skulu fáast í rættlag, og vit kunnu ikki bert ignorera hetta. Í øllum førum fellur hamarin fyrr ella seinni, og tí er umráðani at fáa hetta í rættlag sum skjótast, sigur Torleif.
- Verandi hølisumstøður eru ikki nøktandi, og eitt nú mugu okkara menn skifta í HB-húsinum, meðan gestirnir eru í B36 húsinum. Tað øvugta kundi slettis ikki komið upp á tal, tí tá verður frástøðan til vøllin ov stór, og hetta er ikki nøktandi fyri trygdina.
Til komandi heyst
Spurdur, um hann hevur nakra hóming um, nær hetta arbeiði kann gerast liðugt, sigur Torleif, at tað hevur hann sum so ikki.
- Á seinasta aðalfundi fekk FSF loyvi til at inniloka bygningin, og seinasta hondin verður nú løgd á hetta arbeiðið. Eftir hetta mugu vit so stinga út í kortið, hvat næsta stigið verður, og vónandi kann ein fullfíggjað ætlan so verða klár til komandi aðalfund.
- Mín vón er so í øllum førum, at vit tá fara at gera niðastu hæddina í bygninginum klára, soleiðis at rúm til dómarar og spælarar kunnulera tøk. Akkurát nær, hetta kann verða liðugt, er ikki so lætt at siga, men eg haldi, at vit eiga at satsa uppá, at hetta er gjørt, tá farið verður undir heimadystirnar í komandi undankapping. Tað vil siga til heystið komandi ár, sigur Torleif Sigurðsson at enda.