Karmarnir á psykiatriska deplinum eru ótíðarhóskandi

At brúka tvang í 43 samanhangandi døgn, sigur okkum so mikið, at talan er um avmakt, so ella so, sigur Sinnisbati.

Tað er gott, at avvarðandi myndugleikar tykjast, at taka átaluna frá Løgtingsins umboðsmanni til umstøðurnar á Psykiatriska deplinum í álvara. Tó at vit ikki kenna allar smálutir í hesum málinum, so undirbyggir frágreiðingin og átalan, at Psykiatriski Depilin hevur brúk fyri eini munandi hægri raðfesting, um ein skal sleppa undan avmakt og átaluverdum umstøðum.

Soleiðis ljóðar niðurstøðan hjá Sinnisbata eftir frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni eftir eina eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum í oktobur í fjør.

 

Sinnisbati hevur serliga bitið merki í trý viðurskifti. Tað fyrsta er, at fólk liggja fastspent í upp til 43 dagar, tað næsta, at barnarættindini ikki verða vird og tað triðja, at sjúkrafráveran millum starvsfólkini er hægri enn á øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Uttan at fara í smálutir, vóna vit at Psykiatriski depilin áhaldandi tekur hesa frágreiðing frá Umboðsmanninum í størsta álvara og ger alt fyri, at hetta verður tikið hond um, skrivar nevndin í Sinnisbata.

 

Sinnisbati minnir á, at í øðrum førum verða fólk send til Danmarkar í viðgerð og spyr, um tað ikki hevði verið ein betri loysn enn at halda einum sjúklingi spentum føstum í 43 dagar.

Um so er at viðgerð til eitt fólk er so umfatandi, og krevur so nógv av umstøðunum, at hon ikki verður framd, ella kann fremjast, og alternativið er at leggja viðkomandi í belti 43 døgn á rað, má ein umhugsa, um vit skulu senda viðkomandi til eitt stað har hendan viðgerðin kann fara fram, skrivar Sinnisbati.

 

Sinnisbati spyr eisini, um tað eru arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum sum elva til, at fólk mugu liggja fastspent so leingi.

Starvsfólkini á psyskiatriska deplinum, arbeiða undir sera átaluverdum kørmum, og hava gjørt tað í áravís. Mest sannlíkt er ein orsøk til at starvsfólk enda í eini støðu, at ein sjúklingur má leggjast í belti, at alt ov fáir møguleikar eru fyri at skerma sjúkling, sum er harðligur, ella hóttandi. Karmarnir Psykiatriski depilin arbeiðir undir, eru út av lagið ótíðarhóskandi og samsvara als ikki til karmar kring nútímans psykiatri, eins og arbeiðsorkan er ov lítil, skrivar felagið.

 

Ímeðan vit bíða má hond takast um støðuna, so at starvsfólk og leiðsla á Psykiatriska deplinum fáa arbeitt, uttan at enda í støðum har fólk verða tvangsfikserað í alt for langa tíð, so at innløgd børn kunnu fáa hjálp í okkara psykiatri undir virðiligum kørmum, og so at starvsfólkini ikki slíta seg sjálvan upp, skrivar Sinnisbati.