Karmarnir eru avgerandi

- Tú kanst sammeta tað við, um fótbóltsleikarar skuldu rullað grasvøllin út undan hvørjari venjing, sigur landsliðsvenjarin í fimleiki millum annað um umstøðurnar, sum fimleikurin hevur í Føroyum

 

Fimleikur


Ein av ítróttagreinunum, sum fer at umboða Føroyar á Oyggjalikunum komandi, er fimleikurin. Fimleikur var ikki partur av seinastu Oyggjaleikum, men á serstakari kapping eftir hesar gjørdu føroysku íðkararnir bart, og komu heim við hópi av heiðursmerkjum.

At meta eftir fyrireikingunum til hesar Oyggjaleikirnar, ætlar fimleikasambandið ikki, at talan skal verða um lakari úrslit hesaferð. Sum venjari er settur navnframi danin, Henrik Berthelsen, sum eisini starvast sum deildarleiðari hjá Dansk Idrætsgymnastik. Um vikuskifti var Henrik í Føroyum, har hann hevði fleiri venjingar við landsliðnum, og tá vit sunnukvøldið prátaðu við hann, tóktist hann at vera heilt væl nøgdur um fyrireikingarnar higartil.


Nógv venjing

Hann greiðir frá, at landsliðið higartil hevur havt fýra savningar, har vant verður fríggja- til sunnudag. Áðrenn farið verður í holt við sjálvar oyggjaleikirnar, verður talan um enn eina savning, umframt at liðið eisini fer á eina vikulanga venjingarlegu.

- Mítt fremsta uppgáva er at fyrireika íðkararnar, soleiðis at tey eru á aldukambinum, tá farið verður til Oyggjaleikirnar.

Tá vit spyrja, um fjarstøðan millum hann og íðkararnar ikki ger, at tað er torført at fremja veruligar venjingar, sigur Henrik, at tað heldur hann ikki.

- Meðan eg eri í Føroyum, verður vant sera hart, men venjingin steðgar ikki, tá eg farið niður. Hvør einstakur íðkari fær neyvar skráir at ganga eftir, har tað framgongur, hvussu ofta teir skulu gera ymsu rørslurnar um dagin. Hetta ger, at vit eisini hava høvi at royna ymiskt nýtt, tá eg eri í Føroyum.


Ringar umstøður

Tað eru tó ikki bara rósur, sum danski landsliðsvenarin hevur at bera Føroyum. Ein stórur trupulleiki hevur í nógv ár verið, at fimleikurin í føroyum als ikki hevur neyðugu umstøðurnar til venjingarnar.

- Eg má siga, at umstøðurnar til fimleikin í Føroyum ikki á nakran hátt kunnu metast sum optimalar. Tað er einki stað, har ymsu amboðini kunnu standa frammi alla tíðina, og hetta ger, at tað er óneyðuga tungt at fara í gongd við venjingar og annað. Tú kanst sammeta tað við, um fótbóltsleikarar skuldu rullað grasvøllin út undan hvørjari venjing. Tað vildi jú verið fullkomuliga óhugsandi, men tað er í veruleikanum støðan hjá fimleikinum.

- Aðrastaðni hava tey ítróttamiðstøðir, har øll amboðini eru tøk hjá fimleikarunum, og skal støðið veruliga hækkast her, er eisini neyðugt, at hetta verður gjørt.

- Eg veit sjálvsagt av, at hetta eisini er ein fíggjarligur spurningur, men hinvegin er einki at ivast í, at hetta eisini vildi givið nógv aftur til samfelagið.


Nýta hugflogið

Heilt hjálparsleysir eru føroyskir fimleikarar tó á ongan hátt, og besta dømi um hetta var eisini at síggja í Høllini í Runavík um vikuskiftið.

Tá fimleikarar venja lop og annað uttanlands, er vanligt hjá teimum at hava eina sonevnda lopgrøv. Hetta er ein grøv, sum verður fylt við bleytum tilfari so sum skúmgummi, soleiðis at skaði ikki stendst av, um lopið miseydnast, og íðkarin fer sendandi eftir høvdinum.

Ístaðin fyri at gera eina grøv niður í gólvið í Ítróttarhøllini, hava tey í Runavík bygt eina upp úr gólvinum. Hendan er sett saman av fiskakassum og plattum, meðan fyllan er fingin til vega við at savna saman madrassir, sum kortini skuldu tveitast burtur. Samstundis er breytin móti grøvini lyrft upp, og tí kundu íðkararnir royna at gera ymiskt, sum tey ongan tíð høvdu torað, um vandi var fyri at lenda á gólvinum.

Henrik dylir ikki fyri, at hann er fegin um hetta hugskotið, men samstundis heldur hann ikki, at hetta er nøkur varandi loysn.

- Hetta er so avgjørt tað frægasta, sum vit kunnu gera í løtuni. At nýta hugflogið er sjálvandi gott, men nøkur varandi loysn er tað neyvan. Nú er alt hetta jú somkið nýtt, og sjálvur haldi eg eisini, at tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv arbeiði verður lagt í hetta, men longu mánadagin er alt tikið burtur aftur.

Tað er, sum áður sagt, av alstórum týdningi, at slík útgerð er tøk alla tíðina, um ætlanin er at fáa fimleikarar, sum kunnul gera seg galdandi uttan fyri Føroyar. Eg ivist ikki í, at evnini eru til staðar. Sjálvur komi eg úr Nakskov, sum er á stødd við Havnina, og haðani eru fleiri fimleikarar, sum hava verið við til bæði HM og EM, men somikið langt koma vit ongantíð, um umstøðurnar ikki eru til tess, sigur Henrik.


Gera sítt besta

At enda spurdu vit Henrik, um føroyingar kunnu vænta sær eins góð úrslit á hesum Oyggjaleikunum, sum tá landsliðið seinast royndi seg, men hesum vildi hann helst ikki svara.

- Eg kenni alt ov lítið til støðið hjá hinum londunum, og um okkurt teirra t.d. hevur fingið góðar venjingarumstøður seinastu tvey árini, kann heilt nógv eisini vera broytt.

- Eg vil tó siga somikið sum tað, at mín vón er, at føroysku íðkararnir veruliga liva upp til tað, sum eg veit tey duga. Gera tey tað, so kann eg ikki krevja meira, sigur fryntligi danin at enda.