Í seinastu útgávu varð ljós við tveimum greinum kastað á trúvirðið í føroyska fjølmiðlaheiminum, har serliga leiðslu- og ognarviðurskiftini kring miðlarnar vórðu tikin upp.
Blaðstjóri á Dimmalætting, Ingi Samuelsen, er fullgreiður um trupulleikan við partapolitiska tilknýtinum handan tíðindabløðini, men Dimmalætting orðaði um túsundáraskiftið eitt skjal við samtykt frá nevnd og eigarum, sum skal tryggja óheftni og objektivitet, og sum sambært blaðstjóranum skapar allar fortreytir fyri trúvirði.
- Drúgva gongdin við skjalinum var ein stórur sigur fyri pressufrælsið á Dimmu, og um tíðindafólk okkara á nakran hátt merkja trýst frá nøkrum, kunnu tey altíð vísa til skjalið, greiðir Ingi Samuelsen frá.
Hann heldur, at við hesum er ein trygd veitt lesaranum, og hóast eingin kann vísa aftur, at politiskt litaðir persónar eru partur av ognarviðurskiftunum kring Dimmu, er sambært Inga ikki neyðugt hjá lesaranum at hava bakhugsanir.
Leiðslan onga ávirkan
Blaðstjórin á Dimmalætting sigur, at hann ongantíð hevur upplivað, at leiðslan hevur ávirkað tíðindaflutningin, og dagliga arbeiðið verður tí ikki ávirkað av, at virknir limir í Sambandsflokkinum eru partaeigarar á blaðnum.
- Lat meg siga tað soleiðis, at tað kann vera ein trupulleiki fyri trúvirðið, men tað átti tað ikki at verið, tí dagliga arbeiðið á Dimmu strembar eftir fullfíggjaðum objektiviteti, sigur Ingi Samuelsen.
Spurdur, um tað yvirhøvur er gjørligt at hava fullfíggjað eftirlit við tínum egna arbeiðsgevara, og um Dimmalætting t.d. hevði avdúkað eina sambandsgølu, er blaðstjórin greiður.
- Tað er okkara mál, og tað er tað, vit stremba eftir við støði í skjalinum, og vit gera tað, vit kunnu, fyri at varðveita trúvirðið, greiðir Ingi frá. Hann leggur afturat, at júst tá mál um Sambandsflokkin verða viðgjørd, eru teir á Dimmu serliga varnir, so eingin møguleiki verður hjá lesaranum at ákæra blaðið fyri at framleiða subjektivan og partapolitiskan tíðindaflutning. Hann spyr, hvussu ofta eg síggi Lisbeth L. Petersen í Dimmu samanborið við, hvussu ofta løgmaður er at síggja í Sosialinum.
Persónar framum politikarar
Ingi Samuelsen vísir víðari á, at tað eru persónar og ikki politikarar, sum sita í blaðnevndunum, og at tingini á henda hátt ikki verða blandaði saman.
- Hóast lesarin kann freistast at spyrja um trúvirðið, er fyri okkara viðkomandi eingin orsøk til hetta, tí vit hava skapt karmar fyri reinum objektiviteti, og hetta er idealið allan vegin, slær blaðstjórin á Dimmalætting, Ingi Samuelsen fast.