Karlstadmodellið letur dyr upp

Týskvøldið 15. mars fer Jóhanna Andreasen at halda fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni um sonevnda Karlstad modellið, ið verður nýtt til at læra børn við Downs syndrom at samskifta.


Klaksvík:
Jóhanna Andreasen hevur sjálv góðar royndir við hesum háttinum, sum hon venur sonin, sum hevur Downs syndrom, við. Eftir at hava undirvíst sonin heima í nøkur ár, er Jóhanna sannførd um, at tað ber til at náa úrslitum, vit ofta ikki halda bera til, tá tað ræður um børn við Downs Syndromi. Tú skalt bara vera fyrireikaður uppá, at tað tekur tíð.
Endamálið við Karlstad modellinum er at læra barnið at samskifta, men eftirhondini sum barnið lærir fleiri orð og tekin, er tað ongin ivi um, at sjalvsvirðingin eisini veksur, sum eisini er við til at skapa betri trivna sum heild.
Tað ber til
Gamlir fordómar eru ofta høvuðsorsøkin til, at ikki verður gjørt meir fyri at læra menningartarnað at samskifta á jøvnum føti við onnur. Tað eru nevniliga framvegis nógv, ið hava hug at spyrja, hvat tað nyttar at læra til dømis børn við Downs Syndromi at lesa og skriva. Tey læra tað jú kortini ongantíð.
Men royndirnar hjá Jóhonnu og øðrum við Karlstad modellinum hava prógvað, at tað ber til, og at tað ikki er nakað loft fyri, hvussu nógv orð og tekin tey kunnu læra. Og tað er als ongin ivi um, at Karlstad modellið í aðrar mátar kann vera við til at lata dyr upp á tann hátt, at barnið kemur at kenna seg sum ein livandi part av sínum umhvørvið og ikki uttanfyri.
Fyrilesturin hjá Jóhonnu um Karlstad modellið er liður í økisfundunum hjá Javna, sum verða hildnir kring alt landið undir felags heitinum ?Tú kanst ? bara tú fært møguleikan?. Fundirnir hava til endamál at
Lýsa møguleikarnar hjá fólki við menningartarni
Lýsa møguleikarnar hjá avvarandi at børnum og ungum við menningartarni
Lýsa hvørjar møguleikar fólk við breki ynskja stóð teimum í boði
Læra okkum at síggja møguleikar og at brúka teir.
Javni vónar, at tey, ið kunnu viðvirka til at geva teimum menningartarnaðu møguleikarnar, koma við á fundirnar. Her hugsa tey um lærarar, pedagogar, stuðlar, øll innanheilsuverkið umframt politikarar.
Annars eru øll vælkomin á fundirnar, sum eru skipaðir við fyrilestri, kjaki og spurningum.
Á fundinum, sum verður á Klaksvíkar Bókasavni týskvøldið 15. mars kl. 19, fer ein dramabólkur frá Verkstaðnum á Brekku eisini at framføra ein leik.