Karlamagnusarbreyt verður nú liðugtgjørd

Arbeitt hevur leingi verið við at røkka málunum í heildarætlanini fyri Karlamagnusarbreyt.

Arbeitt hevur leingi verið við at røkka málunum í heildarætlanini fyri Karlamagnusarbreyt. Ætlanin snýr seg millum annað um parkeringsøki, gongubreytir, gøtuljós, leiðingar, grøn øki og tún, kantsteinar, brunaleiðir, planting og fríðking.

 

Hetta skrivar torshavn.fo.

 

Nú er so ætlanin at gera hesi arbeiði liðug sum skjótast. Mælt varð tí býráðnum at játta 8,4 miljónir til liðugtgerð, og varð hetta einmælt samtykt í býráðnum í kvøld.