Karlamagnusarbreyt er ein spiltur møguleiki

- Man er farin langt frá upprunaætlanini, sigur Heðin Mortensen.

 

- Her hevði man møguleikan at skapa eina væl skipaða handilsgøtu, men tað tykist, sum man hevur slept endanum, sigur ein av arkitektunum, sum gjørdi tekningarnar av Karlamagnusarbreyt fyri Tórshavnar kommunu.

 

Upprunaliga var ætlanin hjá kommununi at skapa eina miðstaðargøtu fyri alla Hoyvík upp í Hoyvíkshaganum. Handlar, skrivstovur, bústaðir, bókasavn, matstovur, skúlar, kirkjur, læknaviðtalur, apotek og mentanarhús skuldi alt liggja niðan eftir Karlamagnusarbreyt og skapa ein miðdepil fyri tey umleið 5.000 fólkini, sum búgva í Hoyvíkshaganum í dag.

 

Les eisini Soleiðis skuldi Karlamagnusarbreyt síggja út

 

- Her hevði man møguleikan at skapa eina væl skipaða handilsgøtu, men tað tykist, sum man hevur slept endanum, sigur ein av arkitektunum, sum gjørdi tekningarnar av Karlamagnusarbreyt og fær stuðul frá fyrrverandi borgarstjóranum.

- Man er farin langt frá upprunaætlanini og hevur eisini slept byggiviðtøkunum í fleiri førum.  Tað er ikki nógv eftir av upprunaætlanini, sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjori í Havn, sum kunngjørdi verkætlanina í 2012.

 

Les eisini Hvar skulu børnini ganga

 

Tá grundstykkini so vórðu løgd til sølu, vísti tað seg, at eingin áhugi var fyri verkætlanini. Tjaldurs Apotek boðaði frá, at tey ongan áhuga høvdu at byggja nakað upp í Hoyvík og hvørki handils- ella tænastuvinnan vístu økinum stórvegis áhuga.

 

Endin varð, at Tórshavnar kommuna valdi at broyta byggisamtyktina fyri ein part av økinum. Upprunaliga ætlanin var, at veghæddirnar í øllum bygningunum niðaneftir skuldu nýtast til sonevnt útatvent virksemi.

 

Fyri at økja um áhugan á grundøkjunum valdi Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina fyri ovara partin av Karlamagnusarbreyt, frá Atlagøtu og niðan til Rólantsgøtu, ella frá har sum Bónus liggur í dag og niðan til skúlan við Løgmannabreyt.

 

Á hesum økinum bleiv kravið um útatvent virksemi slept og loyvi givið at nýta allan bygningin til íbúðarbygging.

 

Onkustaðni á leiðini er kravið um útatvent virksemi eisini tillagað nakað á niðara partinum av vegnum. Upprunaliga skuldi útatvenda virksemi venda út móti vegnum, men hetta kravið tykist vera slept, tí fleiri av veggunum, sum venda út móti Karlamagnusarbreyt í dag, eru heilir.

 

Tað tykist, sum at í øllum ruðuleikanum við broyttum byggisamtyktum fyri bygningarnar fram við vegnum, hevur ein mist heildarætlanina úr eygsjón og tað samanspæl, sum skuldi vera millum vegin og bygningarnar. Úrslitið er ein long promenada við høgum, heilum húsaveggum á báðum síðum.