Hon hevur ikki roynt at skriva stuttsøgur áður, men hon sigur seg hava ront okkurt líknandi.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi sent nakað inn til eina stuttsøgukapping. Eg havi onkuntíð sent okkurt inn til barnablaðið, so eg havi roynt tílíkt fyrr, men eg havi ongantíð roynt at skriva eitt ævintýr.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu var at skriva eitt ævintýr?
Eg haldi, at hetta var stuttligt.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu ber tað til, at tú valdi at senda inn til hesa kapping?
Vit gjørdu hetta í skúlanum, og so bað lærarin okkum um at senda okkurt inn. Eg royndi so at senda hetta inn, og so vann eg.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ætlar tú at royna hetta aftur?
Also hetta var stuttligt, men eg veit ikki heilt, um eg fari at royna hetta aftur. Kanska, var tað síðsta Karla segði við einum stoltum brosi á munninum.