TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við miðvallaran hjá NSÍ, Karl Løkin aftaná Karl og liðfelagarnir høvdu tapt 2-3 ímóti HB við Løkin í Runavík fyrr í kvøld.
Karl Løkin heldur, at hann og liðfelagarnir høvdu ov lítið at koma við, og staðfestir, at HB vann ein uppibornan sigur.
Karl Løkin hevði vónað, at sigurin í finaluni um løgmanssteypið fór at føra til, at teir blivu tendraðir í FM-stríðnum, men hann er harmur at staðfesta, at soleiðis er tað ikki vorðið.
Hóast ÍF flytur niður komandi kappingarár væntar Karl Løkin ein sera torføran dyst ímóti ÍF í Fuglafirði komandi sunnudag.