Karl Vidtfeldt 50 ár

Mikudagin 23. januar 2008 fylti Karl Vidtfeldt á Sandi 50 ár.

Karl er kendur sum bæði ítróttar- og vinnulívsmaður. Hann er útbúgvin bilmekanikari, og dagliga rekur hann saman við konuni Bil- & Maskinverkstaðin, og Statoil støðina á Sandi, sum hann eigur saman við beiggja sínum Rólanti Vidtfeldt. Saman hava teir eisini mjólkabilin og fleiri bussar, sum røkja rutuna í Sandoynni. Karl starvast eisini sum hjálparløgreglumaður.


Hann hevur verið ein av B71 undangongumonnunum og varð longu sum 15 ára gamal formaður felagsins. Sum ótroyttiligur B71-ari hevur hann havt stóran týdning fyri felagið og Sandoynna sum heild. Í nógv ár taldist hann eisini millum teir leikarar, ið vunnu felagnum heiður. Hann var við tá teir vunnu við 3. deildarliðnum í 1986, við 2. deildarliðnum í 1988, og tá teir gjørdust føroyarmeistarar í 1.deild í 1989.


Innan ítróttin hevur Karl havt mong álitisstørv. Síðan miðskeiðis í 90-unum hevur hann verið partur av nevndini í FSF. Har fekk hann møguleikan at gera sína ávirkan galdandi í Fótbóltssambandinum. Hansara ídni og førleiki á nógvum ymiskum økjum hevur havt stóran týdning fyri føroyskan fótbólt. Eitt sereyðkenni við Karl er hansara lætta sinni og førleikin at síggja møguleikar heldur enn trupulleikar.


Hóast rímiliga høgan fótbóltsaldur er Karl enn virkin í old boys fótbólti. Í fjør var hann partur av liðnum, ið vann FM-heitið fyri fyrstu ferð.


Karl er giftur við Annu Sofíu, f. Poulsen, úr Skopun, og eiga tey saman fýra børn: Eyðnu, Kristoffur, Jóhannu Mathildu og Elsubet. Barnabørnini eru Markus og Edit Simona.


Føðingardagurin verður hildin í Virkinum á Sandi leygarkvøldið 9. februar frá kl. 19, har øll eru vælkomin.