Karl skrivað eitt ára sáttmála í Íslandi

Karl Løkin hevur nú endaliga skift til Víking Ólavsvík í bestu deildini í Íslandi. Karl fór í dag til Íslands og sum væntað, so konu partarnir ásamt um ein sáttmála longu í dag.

 

22 ára gamli miðvallarin fekk brádliga boð úr Íslandi í vikuni. Víking Ólavsvík, sum flutti upp í bestu deildina í fjør, hevur havt eyguni við Karl síðani hann var á venjingarlegu í Íslandi við ÍF.

 

Landskappingin í Íslandi byrjar um vikuskiftið og tað ljóðar, at Karl Løkin skal verða í hópinum. Tað var ein av orsøkunum, at tað skuldi ganga skjótt.

 

- Eg havi eitt mál um at gerast betri sum fótbóltsspælari. Eg eri 22 ár og tað er avmarkað hvussu nógvar møguleikar tú fær at sleppa at royna teg uttanfyri Føroyar, segði Karl Løkin í gjár við portalin.

 

Sáttmálin er galdandi fyri restina av kappingarárinum.