Karl skiftir ikki til HB

Karl Løkin avsannar at samband skal hava verið millum seg og HB

Hóast in.fo skrivaði fyrr í dag, at Karl Løkin kundi vera eitt av evnunum til ein nýggjan miðvallara í HB, so avsannar Karl Løkin sjálvur søguna, og sigur at einki samband hevur verið millum seg og HB.

 

Les eisini: Tríggir spøkja í HB

 

 

-       Tað er als einki um søguna, at eg skal vera á veg til HB. Eg havi sáttmála við Næstved, og har fari eg at halda fram at spæla. Tað hevur als ikki verið nakað samband millum meg og HB.

 

Karl Løkin, ið skifti til Næstved seinasta summar, hevur gott mót um eitt gott hálvár við danska felagnum.

Ein skaði hevur annars darvað fyrra hálvárinum hjá Karl Løkin í Næstved, men Karl sigur, at hann nú er frískur, og tí er bjartskygdur til at byrja aftur í Danmark.

 

Kappingin í 2 division vest, har Næstved spælir, byrjar aftur tann 28 mars, tá Næstved á útivølli skal spæla móti Brabrand. Næstved liggur í løtuni á øðrum plássi í deildini.