Karl á skíggjan

Karl Rove, sum var ráðgevi hjá George W. Bush, forseta, hevur nú fingið starv sum viðmerkjari hjá sjónvarpinum Fax. Hann byrjar í dag. Karl Rove, sum er av norskari ætt, varð roknaður sum maðurin, ið bjargaði Bush valsigurin í 2000. Hann fór úr Hvítu Húsunum í august í fjør.