Sum in.fo longu hevur skrivað um og hevði roknað seg fram til, so skifta Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard úr ÍF til NSÍ. Skiftini eru í kvøld vorðin almenn á NSÍ-heimasíðuni.
25 ára gamli Karl Løkin er ikki ókendur í NSÍ, tí har er hann nevniliga uppvaksin og hevur spælt á besta liðnum kappingarárini 2007, 2009 og 2013. Hinvegin er tað fyrstu ferð, at 26 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard fer at royna seg aðrastaðni enn í ÍF.
Sáttmálarnir hjá Karl og Jan eru galdandi í tvey ár fram. Felagið boðar eisini frá, at sáttmálin við verjuleikaran Jens Joensen er longdur við einum ári.










