Karl – nýggjur minibilur frá Opel

Ein heilt nýggjur minibilur frá Opel er komin á marknaðin. Talan er um Opel Karl, sum í Danmark er kosin Årets Bedste Mikrobil 2015. Bilurin er uppkallaður eftir einum av synunum hjá Adam Opel, sum stovnaði Opel verksmiðjuna.

Opel Karl er ein bíligur minibilur. Hann er væl minni enn Opel Corsa -umleið somu stødd sum Chevrolet Spark. Opel Karl hevur 1.0 bensinmotor við 75 hk og koyrir upp til 24,0 km/l.

Opel Karl er ein góð sameining av plássi, kvaliteti, útgerð og prísi. Bilurin er rúmligur og er við sínum 5 hurðum lættur at koma í og úr. Umframt at hann er rúmligur eru eisini hillar og rúm til at leggja lutir frá sær í kabinuni. Eisini er loftshæddin sera góð í mun til støddina á bilinum.

Opel verksmiðjan Adam Opel AG í Rüsselsheim í Týsklandi er av álvara farin at uppkalla sínar forfedrar.  Í 2012 kom Opel Adam, sum er uppkallaður eftir Adam Opel, ið stovnaði Opel verksmiðjuna. Opel Karl er uppkallaður eftir soni hansara Karl Opel. Adam Opel átti fýra aðrar synir: Wilhelm, Heinrich, Friedrich og Ludwig, so vit kunnu nokk vænta at teir koma at leggja navn til nýggj modell hjá Opel í framtíðini.