Tað var ikki leingi, at Karl Løkin var arbeiðsleysur fótbóltsspælari.
Fyrr í vikuni varð boðað frá, at Karl Løkin ikki longur fer at umboða barndómsfelagið NSÍ.
Tað varð sagt, at partarnir skiltust í øllum góðum.
Orsøkin til at Karl Løkin vildi sleppa úr NSÍ var eyðsýnd. Í fjør var hann í nánd av landsliðnum og lyklaspælari á NSÍ liðnum, sum vann steypafinaluna og fjórða pláss í landskappingini. Hann var við í 25 av 27 landskappingardystum og var flestu ferðirnar á vøllinum allar dystirnar á tamb.
Í ár hevur sjáldan verið pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu, og hóast Karl hevur verið við í trettan av fimtan landskappingardystum, so er samantalda minutttalið 768 av 1350 minuttum ella gott og væl helmingurin av tíðini.
Tí vildi 27 ára gamli Karl Løkin finna nýtt felag at umboða, og tað hevur hann funnið.
Í kvøld boðar meistarafelagið Víkingur frá, at felagið hevur undirskrivað tvey og eitt hálvt ára sáttmála við Karl Løkin.
Víkingur sigur seg fegnast um at hava fingið Karl í leikarahópin.
Karl Løkin hevur spælt 192 dystir og skorað ellivu mál í landskappingini í bestu deildini. Hann hevur fimm ferðir verið á landsliðnum. Tvær tær síðstu ferðirnar vóru síðsta heyst, tá ið hann varð skiftur inn í HM undankappingardystunum ímóti Portugal og Sveis.