Karl Martin Samuelsen er kanska kendasti rocksangari í Føroyum. Mong kenna hann sum oddamann í Hjarnum, men hann hevur eisini sungið í øðrum samhangum.
Karl Martin og aðrir tónleikarar hava KMS Band, og leygarkvøld verða teir at hoyra í Dansifrøi í Havn.
KMS Band spælir nýtt tilfar hjá Karl Martini, men teir tríva sjálvsagt eisini í teir góðu gomlu sangirnar hjá Hjarnum.
Karl Martin hevði eina frálíka konsert á Summar Festivalinum, og nú fylgir hann hesa framførslu upp við framførslu í høvuðsstaðnum.