Fyri góðum 10 árum síðani kom eitt jólaband út við Karl Martini Samuelsen og Rúnu á Heygum. Hetta bandið var væl umtókt, og tað er eisini ein høvuðsorsøk til nýggju jólafløguna við teimum báðum, sum út í gjár.
? Fólk spyrja ofta eftir bandinum hjá okkum, tí tað fæst ikki longur. Vit ivaðust í, um vit skuldu geva bandið út aftur, men endin var, at vit gjørdu eina fløgu við nøkrum av teimum gomlu sangunum umframt nakrar spildurnýggjar, sigur Karl Martin Samuelsen.
12 sangir
Á nýggju fløguni eru 12 sangir. Av teimum eru fýra spildurnýggir. Karl Martin Samuelsen syngur tríggjar av teimum, meðan Kim Hansen syngur tann fjórða.
Millum teir gomlu sangirnar er best kendi sangurin frá útgávuni seinast í áttatiárunum. Tað er »Størsta gávan«, sum Karl Martin og Rúna syngja í felag.
Snøggur húsi
Karl Martin Samuelsen, Kim Hansen, Jógvan Olsen og Heri Nolsøe hava skrivað orð og løg til nýggju sangirnar.
Johannus á Rógvi Joensen hevur framleitt nýggju sangirnar, og fløgan er ljóðblandað í Media Sound í Keypmannahavn.
Sera snøggi húsin er prýddur við listarverki hjá Amariel Norðoy. Litríka kápan er jólalig og innbjóðandi.
Fløgan fæst nú kring landið og kostar 159 krónur.