Karl Martin & Mikkjal í Keypmannahavn

Tað er eingin minni enn Karl Martin Samuelsen, sum saman við Mikkjal Hvannastein, vitjar Skarv leygarkvøldið. Báðir eru teir kendir innan føroyska tónleikaheimin Karl Martin er ein av royndastu popp- og rocksangarunum í Føroyum, og er serliga kendur sum sangari í bólkinum Hjarnar og sum sangari/kór á ótaldum útgávum. Hann verður tískil av nógvum hildin at vera millum bestu sangarar í Føroyum.

Mikkjal hoyrir til annað ættarlið, og hann er kendur frá I AM. Umframt hetta hevur guitasnillingurin eisini verið við á nógvum útgávum sum tónleikari, og ikki eru tað nógvir, ið kunnu taka hann í gittarspæli.

 

Ikki er ringt hjá tí kræsna tónleikaoyranum at ímynda sær, hvørjar tónleikaligar upplivingar hesir báðir kunnu geva áhoyrarnum á Skarv leygarkvøldi, tá teir fara at spæla tónleik hjá Hjarnar, Eagles, Erik Clapton, John Fogerthy, Beatles og Doobie Brothers og øðrum.