Miðvallarin hjá ÍF, Karl Løkin hevði onga umbering fyri tað vánaliga avrikið hjá ÍF í Klaksvík í dag, har ÍF tapti 0-4.
Karl Løkin heldur, at ÍF-spælarnir mistu høvdið, og vóru sletti ikki klárir til uppgávuna, men Karl er vísur í, at ÍF reisir seg til komandi dyst, sum verður ímóti EB/Streymi í Streymnesi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Karl Løkin segði við Trónd Arge aftaná dystin.









