Karl Løkin hevur fyribils spælt sín seinasta dyst fyri NSÍ. Hann skiftir eftir øllum at døma til Íslands at spæla í bestu deildini.
Talan er um Vikingur Olafsvik, sum spælir í bestu deildini. Teir fluttu upp í fjør.
Felagið hevur havt eyguni eftir Karl Løkin síðani hann var á venjingarlegu í Íslandi við ÍF. Í vikuni byrjaði felagið at fiska eftir stríðsmannium hjá NSÍ. Nú eru teir komnir ásamt um eitt skifti, bara fáar dagar fyri at íslandska kappingin byrjar.
- Eg havi eitt mál um at gerast betri sum fótbóltsspælari. Eg eri 22 ár og tað er avmarkað hvussu nógvar møguleikar tú fær at sleppa at royna teg uttanfyri Føroyar, sigur Karl Løkin, sum í summar skifti frá ÍF til NSÍ, har pápi hansara, Ábraham Løkin, er venjari.
Partarnir hava ikki skrivað sáttmála, men alt bendir á, at tað bara eru smáting, ið skulu fáast upp á pláss.
- Eg fari til Ísland í morgin, tí teir vildu hava meg at koma beinanvegin, so eg møguleika kann verða í hópinum til fyrta umfar, sum verður um vikuskiftið, sigur Karl Løkin við Portalin í kvøld.
Karl Løkin leggur afturat, at tað tiltalar hann at spæla í bestu íslendsku kappingini og hann væntar, at sáttmálin kemur upp á pláss sum skjótast.
Mynd: Her er Karl Løkin(t.h) í dystin við miðvallaran hjá B36, Róald Jakobsen.