21 ára gamli Karl Løkin skal komandi dagarnar royna seg í danska 1.deildarliðnum HB Køge. Venjarin hjá HB Køge, Tommy Møller Nielsen, sigur at tað eru keldir hjá honum í Føroyum, sum hava viðmælt verjukenda miðvallaran.
– Ein kelda hjá okkum í Føroyum hevur viðmælt Karl Løkin. Nú fara vit at hyggja nærri at honum, sigur Tommy Møller Nielsen, venjari hjá HB Køge við donsku heimasíðuna, bold.dk.
Karl Løkin hevur seinnu árini spælt fast á verjukenda miðvøllinum hjá ÍF. Hann hevur somuleiðis vunnið sær pláss á føroyska U21 landsliðnum, sum fyri lítlari viku síðan spældi 1-1 móti Danmark í Gundadali.
Tommy Møller Nielsen er sonur Richard Møller Nielsen, sum stóð á odda fyri danska landsliðnum, sum vann EM í 1992. Sjálvur var Tommy Møller Nielsen venjari hjá MB í 1992. Tað árið blivu teir sambært faroesoccer.com akkurát ov stuttir til uppflyting í bestu deildina. Teir endaðu á triðja plássi við einum stigi minni enn nummar eitt og tvey, sum tað árið vóru LÍF og ÍF.
Heimasíðan hjá ÍF hevur eisini váttað tíðindini. HB Køge spælir í 1.deild í Danmark. Tað er næstbesta deildin.