Karl Jóhan Nielsen 70 ár

Í dag, 2. juli, fyllir Karl Jóhan Nielsen í Vatnsoyrum 70 ár.
Karl Jóhan er sonur Doru og Dánjal Nielsen, Vatnsoyrar. Giftur við Lydiu Thomsen (gift Nielsen) úr Keypmannahavn. Tey hava búð í Vatnsoyrum síðani 1969, tó í Grønlandi 1970-72.
Døturnar eru: Durita, Sólrun, Annika og Súsanna. Durita er gift við Paula Djurholm, og tey eiga 3 børn, Annika er gift við John Rajani, og tey eiga 3 synir, Sólrun er gift við Leif Koivuneva, og tey eiga 2 synir, og Súsanna er gift við Guttorm S. Joensen, og tey eiga 2 synir. Sólrun býr í Danmark, Annika og Súsanna í Føroyum, og Durita flytir við familjuni til Cambodia í summar.
Karl Jóhan varð útbúgvin tannlækni í Keypmannahavn í 1968. Bleiv hereftir bjóðaður starv í Sørvágs Kommunu, sum hann hevur røkt síðani 1969, - hálva tíð sum barnatannlækni og hálva tíð sum privat praktiserandi. Hann var tó í farloyvi í gott 2 ár, meðan hann saman við familjuni arbeiddi sum tannlækni og trúboðari í Narsaq í Grønlandi.
Heimasamkoman, Kedron, hevur altíð havt eitt stórt pláss í hansara lívi. Hann lærir Orð Guds, leiðir og virkar millum ungdómin. Eitt av hansara málum er, at hann skal kunna siga sum Paulus sigur í Áp. 20:27 "Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds." Karl Jóhan brennir fyri kristiligum arbeiði. Honum dámar væl at undirvísa í Orði Guds, leiða og virka millum tey ungu. Hann er ein góður íverksetari, og tá hann setur sær mál ella halgar seg til eina tænastu, so heldur á inntil málið er nátt. Karl Jóhan elskar menniskju, at granska Orð Guds, náttúruna og familjuna.
Karl Jóhan hevur verið virkin innan nógv økir og hevur arbeitt fyri málum, sum hava stóran týdning fyri Vágoynna. Hann er í løtuni formaður í Krígssavninum í Vágum, sum hann eisini hevur verið við til at sett á stovn. Hann hevur eisini arbeitt fyri at varðveita flogvøllin í Vágum og at fáa fast samband millum Vágoy og Streymoy. Hann var við til at seta Vága Bjargingarfelag á stovn.
Hann hevur eisini verið sera virkin innan føroysk ross, tí hann sær eitt virði í, at varðveita fjølbroytni í náttúruni, og at at varðveita søguna. Hann var við til at stovna felagið Føroysk Ross, sum fekk staðfest, at føroyska rossið er ein serstøk rasa.
Karl Jóhan hevur verið virkin og havt nógv áhugamál. Tá hann brennir fyri onkrum, verður farið fult inn í tað. Hann er ein góður íverksetari, sum elskar at fáa ting í rættlag.
Karl Jóhan er burturstaddur á føðingardegnum. Vit ynskja honum og familju hansara góðan byr framyvir. Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum.