Karl Løkin spældi allan dystin, tá NSÍ í dag vann 3-0 á ÍF. NSÍ var omaná leikliga tað mesta av dystinum, men miðvallarin heldur ikki at talan var um ein lættan dyst fyri tað.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna við Karl Løkin
- Eg vil ikki siga, at tað var ein lættur dystur, men vit eru betra liðið frá byrjan. Tað bleiv kanska eitt sindur lættari enn vit høvdu vænta, men eg vil ikki siga at tað var lætt, sigur Karl Løkin og leggur afturat:
Les eisini: (Video) Samandráttur NSÍ-ÍF 3-0
- Um ÍF skorar upp á brotssparkið, so kundi tað jú verið, at teir tóku yvir. Tað gera teir og vit skora stutt aftaná til 2-0 og avgera dystin, sigur Karl Løkin.
NSÍ skal hósdagin spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti KÍ. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2.
- Tað er tað einasta vit hugsa um nú. KÍ hevur eitt knæsandi gott lið og teir koma nokk her og vilja vísa okkum, at teir ætla í finaluna. So mugu vit bara vísa teimum, at tað ætla vit eisini, sigur Karl Løkin.
NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Jann Benjaminsen
2-0: Jann Benjaminsen
3-0: Klæmint A. Olsen
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen - Klæmint A. Olsen
ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni