Hetta er ein fitt myndabók um smádrongin Karl, ið brádliga er farin at siga "ha?" alla tíðina. Hann hevur fingið bruna í oyruni og hoyrir næstan einki. Men hann følir, at hann hevur ræðuliga ilt. Tíbetur veit læknin, hvat ið gerast skal, tá ið onkur hevur ilt í oyrunum: Hann fær medisin tríggjar ferðir um dagin, og hann kann ikki fara í barnagarð. Men kanska sleppur hann at sova í millum pápan og mammuna... Børn flest fara at kenna seg aftur í hesi gerandiskendu, fjálgu søgu.
"Karl hevur ilt í oyrunum" er 28 síður í litum, og bókin kostar 95 krónur.










