Karl Løkin verður ein av teimum, sum skal vera við til at syrgja fyri, at u,ppflytararnir úr Fuglafirði fara at standa seg í fremstu røð í 2019.
ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað tvey ára sáttmála við Karl Løkin, sum harvið verður í reyðu ÍF troyggjuni í 2019 og 2020.
Karl Løkin er fyrstu og fremst verjukendur miðvallari. Onkuntíð hevur hann verið miðverji, og hann hevur eisini royndir á meiri framrættaðum miðvallarplássi.
27 ára gamli Karl Løkin var longu í 2010 fyrstu ferð í bestu deildini, har hann sambært faroesoccer.com er skrásettur at hava spælt 202 dystir.
Í fjør flutti Karl úr NSÍ og til Víking, og nú flytur hann til Fuglafirðar. Hann hevur áður umboðað ÍF 2010 – 2012 og 2014 – 2016. Umframt ÍF og Víking hevur Karl Løkin spælt við NSÍ í 2013 og aftur í 2017 og inntil á sumri í 2018.
Karl Løkin hevur spælt fimm ferðir á a-landsliðnum, og haraftrat hevur hann verið á U-21, U-19 og U-17 landsliðunum.