Karl er 53 ára gamal, sonur Magdu, f. Reinert, úr Kaldbak og Per Martin Thomsen í Syðrugøtu. Hann er giftur við Annu, f. Simonsen, úr Vestmanna. Karl tók læraraprógv á Føroya Læraraskúka í 1974 og var lærari í Eysturskúlanum frá 1974-75 og í Gøtu Skúla síðan 1975. Hann hevur verið til ymisk skeið, serliga í føroyskum, enskum, lívfrøði og landalæru. Karl sat í skúlaráðnum í Gøtu frá 1981-84 og í bydgaráðnum frá 1985-88.