Sjónbandið um Karius og Baktus er vorðið veruleiki, tí fleiri fyritøkur og Mentunargrunnur Føroya Løgtings játtaðu at stuðla tiltakinum. Fyritøkurnar eru: Tryggingarfelagið Føroyar, Tvøroyrar Kommuna, M.B.M., L.Í.V., Atlantic Airways, Føroya Banki, Norðurlandahúsið og Fóm Ísur. Øllum hesum takka útgevararnir hjartaliga.
10. og 11. februar varð leikurin spældur fleiri ferðir í Norðurlandahúsinum, og tá skipaði Bjarki Thomsen fyri at taka leikin upp.
Spf. Sjónband hevur staðið fyri at gera sjónbondini.
Sjóbandið um Karius og Baktus kostar kr. 120 í handlunum.









