Karius og Baktus hildu seg innandura Mentanarnáttina, tí veðrið var so vánaligt. Ístaðin verða teir í Grasagarði í dag 6. juni seinnapartin frá kl 15 til 18. Tað er Barnatannrøktin, sum í sambandi við »Kostárið 2011«, bjóðar til tiltakið. ÍSF og Leikmeti luttaka, Fólkaheilsuráðið gevur uppskot til sunnan matpakka, fiskibrunnur og bóltkast verður og ballónir verða at fáa.