TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj stóru løtuna, tá Karina Ottosen kom á mál og vann gull í triathlon á oyggjaleikunum á Jersey fyrr í kvøld.
TRÝST á PÍLIN UNDIR MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við eina fegna Karinu Ottosen, sum fegnast um, at tað serliga gekk væl við súkklingini, har hon legði fleiri av hinum kvinnunum afturum seg.
Næsta avbjóðingin hjá Karinu er danska ironman-kappingini, so Karina fer longu avstað í morgin, fyri at kunna fyrireika seg til ta kappingina.