Hósdagin í farnu viku hevði Havnar Fimleikafelag aðalfund, og m.a. stóðu Karina Nolsøe og Erla Mikkelsen fyri vali til nevndina. Báðar høvdu tikið avgerð um at stilla upp aftur til nevndarvalið,og tær vóru báðar einmælt afturvaldur. Roknskapurin hjá felagnum bleiv eisini lagdur fram á fundinum, og hesin sá bara heilt góður út. Hann vísti eitt fitt yvirskot í mun til árið í fjør. Í nevndini hjá Havnar Fimleikafelag sita sostatt Anni Kyster, formaður, Karina Nolsøe, næstformaður, Erla Mikkelsen, kassameistari, og Olga Knudsen, skrivari.