Karina misti á stokkinum

Hevði Karina Petersen svomið eins skjótt í finaluni á Oyggjaleikunum, sum hon gjørdi til føroyameistaraskapið fyrr í ár, so hevði hon tryggjað sær gull í 50 metra bringusvimjing

Lerwick: Karina Petersen var vónbrotin eftir finaluna í 50 metra bringusvimjing, og tað hevði hon eisini orsøk til. Tá ið Karina vann føroyameistarskapiðfyrr í ár, svam hon teir 50 metrarnarí bringusvimjing við eini tíð undir 26 sekund.
Hevði hon eisini gjørt tað í finaluni á Oyggjaleikunum, hevði hon vunnið gull, tí eingin av hinum svimjarunum kom undir 26 sekund.
Bæði Karina og landsliðsvenjarin vóru vonbrotin av, at tað ikki eydnaðist Karinu at vinna heiðursmerki  og helst tað gullið, sum hon kundi havt vunnið.
 Karina er skuffað av úrslitinum, og tað eri eg eisini. Hevði hon svomið so skjótt, sum hon gjørdi til FM, hevði hon bukað hinar av. Hon tóktist hava leiðsluna heilt fram móti endanum, men misti á stokkinum.
 Vit ætla at analysera, hvat tað var, sum gekk galið, men vit vita eisini, at tað er ein nýggjur dagur í morgin, segði landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti eftir kappingina.