Svimja 3800 metrar, súkkla 180 kilometrar og síðani renna 42,2 kilometrar, sum er tað sama sum eitt marathon.
Triatleturin Karina Ottosen úr Havn hevur júst boðað frá luttøku til Ironman kappingina, sum verður í Suðurafrika tann 6. apríl.
Hóast Karina Ottosen áður hevur luttikið í slíkum kappingum, so verður kappingin í apríl heilt serlig. Karina Ottosen hevur nevniliga hildið steðg frá kappingum innan triatlon í næstan tvey ár.
- Eg valdi at halda ein steðg, tí tað kendist, sum gleðin við øllum hesum var burtur. Triatlon krevur nógv, og tú brúkar nógva tíð upp á venjing, men onkursvegna var tað bara blivið ov nógv fyri meg, sigur Karina Ottosen, sum tó hevur saknað ítróttin, meðan hon hevur havt frí.
- Eg havi veruliga longst eftir venjingini og kappingum, og nú føli eg, at eg havi tíð til at íðka triatlon. Tá eg so hoyrdi um hesa Ironman kappingina í Suðurafrika, var eg als ikki í iva um, at eg skuldi luttaka, greiðir Karina Ottosen frá.
Í seinnapartssendingina á Rás2 mikudagin greiddi Karina Ottosen millum annað frá um at íðka triatlon, og hví hon tímir at luttaka í eini so harðari kapping sum Ironman. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.