Karina Ottosen kom sum fyrsti føroyingurin nakran tíð um málið á stóru Ironman-kappingini, sum hvørt ár verður hildin á Hawaii.
10 tímar, 33 minuttir og 15 sekund hevði hon tá brúkt um teir 3,8 kilometrarnar við svimjing, 180 kilometrar á súkklu og marathon-teinin í renning.
Sjálvt um hitin var oman fyri tey 30 stigini, so var Karina væl fyri, tá hon kom um málið.










