Undan steypafinaluni fyri viku síðani var Karin Mikkelsen ivasom, eftir at hon hevði keikt fótin, men hon spældi kortini – sjálvt um tað merkti, at hon nóg illa slapp í ein skógv í fleiri dagar aftaná. Aftur undan dystinum í gjár var Karin ivasom, men hon kveistraði allan iva til viks og spældi øll fýra settini.
– Eg var hjá fysioterpeuti fríggjadagin, og hann segði, at eg kundi spæla, uttan at tað gjørdist verri, og so gjørdi eg tað. Men eg eri eisini nokk so treisk, segði Karin eftir dystin ímóti TB í gjár, sum gjørdist annað tapið hjá SÍ í vetur.
Men hóast úrslitið ikki var til vildar, helt Karin, at SÍ og TB høvdu spælt ein góðan dyst, ið gav áskoðarunum gott undirhald:
– Hetta var avgjørt ein tann besti dysturin, vit hava verið partur av í ár. Her vóru tvey væl uppløgd lið, sum spældu flottan flogbólt, men vit høvdu ov nógv kiks í móttøkum og servum, og tað var munurin á liðunum í dag, segði Karin.
– Hinvegin ger okkum ikki mun, at vit tapa henda dystin, sjálvt um tað sjálvandi altíð ger okkum best at vinna. Vit eru nú so gott sum vísar í at koma í FM-finalurnar, sum vit í øllum førum ætla okkum at vinna.