Karin Poulsen 70 ár

Tann 2. juli verður Karin Poulsen, Klaksvík, 70 ár.

Karin er dóttir til Annu og Johannes Nolsøe, hon er ættað úr Gøtugjógv og hann er ættaður úr Vestmanna.
Tey settu búgv í Klaksvík, og har er Karin so fødd.
Aftaná lokna skúlatíð, og á háskúla í Danmark, fór Karin á lærarskúla í Havn. Hon tók læraraprógv í 1960. Tað fyrsta árið arbeiddi hon í skúlanum við Gøtugjógv, men síðani tá við skúlarnar í Klaksvík. Har arbeiddi hon so fram til 1995, tá ið hon fór frá við eftirløn.
Í 1965 giftist hon við Kára Poulsen, undir Gøtueiði, kendur sum Kári av Skipanesi. Tey fingu 4 børn. Tvíburðar í 1966, dreingir, Árni og Jóannes, í 1967 fingu tey dóttrina Onnu Mariu og í 1973 yngsta sonin Sjúrður, sum doyði í 1991 av ferðsluvanlukku.
Karin hevur alt sítt lív verið ein sera Guðsóttandi kvinna, og hevur hetta merkt hana, hvar ið hon so er. Tey børn ið hon hevur havt í skúlanum, hava altið fingið eitt Guðsorð við á vegnum. Hon er trúføst í kirkju og á møti í Emmaus hvønn sunnudag, saman við manni sínum. Tað liggur henni tungt á hjartað at boða um ?Jesuspápa?
Hon hevur tey nógvu seinastu árini verið trúføst úti í Dagtilhaldinum fyri eldri. At verða saman við eldri fólki er nakað henni dámar sera væl, at fáa lut í teirra lívsvitan. Saman við manni sínum, koma tey nógv í tey ymisku sambýlið og røktarheim, ið eru her í Klaksvík, at njóta eina løtu saman við teimum gomlu. Stundum halda tey andakt saman við teimum.
Tvey ommubørn hava Karin og Kári, Karin, ið er 8 ár og Pravin, ið er 2 ár. Tey hava nógv at týða fyri hana, og eisini har leggur hon stóran dent, at siga teimum um Jesuspápan.
Sjálvan føðingardagin 2 juli, eru Karin og Kári burturstødd.