Tað vera Karin Kjølbro, onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald á Føroya Løgting, og Rasmus Steintórsson Biskupstø, ið bera fram røðu á fólkafundinum á Doktaragrund í ár.
Tað upplýsir Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi í kvøld. Talan er um 14. árið á rað, at ungmannafelagið skipar fyri fólkafundinum á ólavsøku, har røður, skjaldur og tónleikur er á skránni.
Umframt tvær røður, so fer Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, at bera fram síni eyðkendu skjaldur, umframt at Høgni Lisberg fer at framføra á fundinum.
Fólkafundurin byrjar kl. 19, tá Elsa Berg, forkvinna Unga Tjóðveldisins, bjóðar vælkomin.