Karin Mikkelsen: - Harmast vónbrotin viðhaldsfólk

Ein av avgjørt bestu leikarunum hjá SÍ í finaluni, liðskiparin Karin Mikkelsen, var eftir dystin mest hørm um at hava gjørt viðhaldsfólk teirra vónbrotin.

- Eg eri øgiliga vónbrotin. Viðhaldsfólkið er uppsett, tey vita hvat vit duga og øll stuðla okkum. Men so kunnu vit ikki prestera og raka so langt við síðuna av okkara støði - tað er ótrúliga harmiligt, segði Karin.
Hjá SÍ vóru tríggir av teimum leikarunum, sum fyri tað mesta spældu inni, á fyrsta sinni við í einari slíkari finalu. Tað merktist, viðgongur hon, men tekur eisini ábyrgd vegna teir royndu leikararnar og kann bara vísa á, at tað vóru ov nógv persónlig mistøk.
- Mjølnir er eitt lið, sum ongantíð gevur upp. Tær gjørdu ikki eins nógvar persónligar villur, sum vit, men tá ið eg hyggi aftur á dystin, so var tað eingin, sum skaraði framúr. Tær spældu bara betur sum lið, staðfestir Karin Mikkelsen.
Hon vónar, at finalusigurin hjá monnum felagsins var eitt plástur á sárið og vónar somuleiðis, at viðhaldsfólkið heldur fram við at stuðla liði hennara at røkka FM-finaluni.