Sunnudagin klokkan 16 fer Tjóðveldi at hava eitt minningarhald í samband við, at 100 ár eru liðin síðani kendi politikkarin og fakfelagsleiðarin, Erlendur Patursson varð borin í heim. Minningarhaldið verður í Norðurlandahúsinum, sum var millum tey størstu hjartabørnini hjá Erlendi Paturssyni.
Á minningarhaldinum fer Karin Kjølbro, fyrrverandi tingkvinna at hugleiða um Erlend Patursson sum menniskja, og sum politikkara. Í práti við Rás2 í morgun legði Kari Kjølbro stóran dent á, at hon ikki bara virðismetti Erlend Patursson, sum ein stóran politikkara, men eisini sum eitt gott menniskja, ið altíð vildi kveikja og stuðla. Karin heldur, at Erlendur vann stórar sigrar, sum 200 fjórðinga fiskimarkið í 1977, EEC-stríðið í 1972, og tá Norðurlandahúsið var latið upp fyri almenninginum í 1983. Karin heldur tó, at enn eru Føroyar rættiliga langt frá fremsta hjartamálinum hjá Erlendi Paturssyni, nevnliga at gerast ein fræls, sjálvstøðug tjóð.
Undir tekningini av Erlendi Paturssyni ber til at hoyra prátið, har Karin Kjølbro greiddi lurtarunum á Rás2 frá um Erlend Patursson, sum livdi millum 1913 og 1986.