Karin Jacobsen 50 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í samband við, at Karin Jacobsen hevði 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu og fekk handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.

Her eru brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

- Javnan hátíðarhalda vit, at starvsfólk hjá kommununi hava rundar starvsdagar, men ikki er tað ofta, at vit uppliva so høgar starvsdagar sum tann í dag.

 

Vit eru í dag komin saman til 50 ára starvsdagin hjá Karin Jacobsen í Tórshavnar kommunu, sum er dømi um ótrúliga stórt trúfesti.

 

Karin, sum er ættað av Skála, arbeiddi á Skála Skipasmiðju, áðrenn hon og Osvald fluttu til Havnar.

 

Onkur hevur enntá sagt skemtandi, at í lívinum hjá Karin eru tríggir trúgvir fylgisveinar, sum eru maðurin Osvald, Tórshavnar kommuna – og so Olga.

##med5##

 

Góða Karin!

 

Tú hevði tín fyrsta arbeiðsdag í Tórshavnar kommunu tann 15. desembur í 1974, tá ið tú byrjaði at arbeiða í bókhaldinum.

 

Síðani hevur tú verið bæði drúgv og trúgv, og fyrst og fremst hevur Ráðhúsið verið títt arbeiðspláss.

 

Eftir mong ár í bókhaldinum, sum eisini var lønarbókhald tá, gjørdist tú skrivari í byggi- og býarskipanardeildini, og seinni skrivari hjá fíggjarnevndini og miðfyrisitingarstjóranum.

 

Fyri 10 árum síðani fingu vit í einum høggi 500 starvsfólk aftrat frá landinum, tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, og har fekst tú eisini ein lyklaleiklut.

 

Tú flutti tá úr Ráðhúsinum og yvir á gamla Meiaríið, har starvsfólkadeildin helt til, og tókst tær av lønarumsitingini og nýggju Vaktplan-skipanini.

 

##med2##

 

Øll hesi mongu árini hevur tú fingið holla vitan um alskyns viðurskifti, og henda vitan er so aftur komin teimum til góðar, sum hava arbeitt saman við tær.

 

Nógv er hent hesi 50 árini, og tað kundi verið ein kapitul fyri seg at farið ígjøgnum allar tær mongu broytingar, tú hevur upplivað í arbeiðinum hesa hálvu øldina.

 

Stórur munur man vera á tínum fyrsta arbeiðsdegi og arbeiðsdøgunum í dag, tí uppgávurnar hava øll hesi árini verið sera ymiskar og skiftandi.

 

##med3##

 

Ofta hevur verið havt á orðið, hvussu hjálpsom og arbeiðssom tú ert, og at tú altíð ert klár at taka eitt eyka tak, tá ið brúk er fyri tí.

 

Tá kommunuvalið var fyri herfyri, vart tú ein av teimum, ið dagin eftir sótu til tað seinasta og fingu fínteljingina frá hondini, so alt kundi stemma uppá punkt og prikkar.

 

Tú hevur eisini verið álitið, tá ið grindabýti hevur verið á skránni, og tá er ikki minsta rokið, kann eg heilsa og siga.

 

Tað verður ikki ein einasti hvalur hildin til og dripin á vágni, uttan at Karin – og Olga, sjálvandi – eru við, stíla fyri og tryggja sær, at skil er í.

##med4##

 

Eg skal vegna býráðið og alla umsitingina ynskja tær hjartaliga til lukku við hesum stóra degi, og takka tær hjartaliga fyri títt stóra arbeiði fyri okkara kommunu.

 

Og so koma vit til tann spennandi partin, tí tú skalt ikki fara avstað við ongum, nú tú hevur tænt Tórshavnar kommunu so væl í samfull 50 ár.

 

Tú vart í sambandi við 40 ára starvsdagin heiðrað við Dronningens Fortjenstemedalje, og nú er tað mær ein stór gleði at kunna handa tær gullheiðurstekn Tórshavnar býráðs.

 

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri