Karim Benzema til Premier League

Tvey stórfeløg í Premier League liggja framvið at tryggja sær franska framherjan

Enska blaðið "The Guardian" skrivar nú, at framherjin hjá Real Madrid, franski landsliðsspælarin Karim Benzema er á veg til Premier League.

 

Sambært enska blaðnum liggur Karim Benzema ovast á ynskilistanum hjá høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Louis van Gaal. The Guardian leggur upp til, at Manchester United skal verða til reiðar at rinda eina upphædd fyri Karim Benzema, sum svarar til umleið 420 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Manchester United fær tó kapping, tí sambært The Guardian, so liggur eisini Arsenal framvið fyri at tryggja sær Karim Benzema.

 

Eitt annað enskt blað "The Telegraph" leggur upp til, at 32 ára gamli høgru bakkurin hjá FC Barcelona, Dani Alves eisini er á veg til Manchester United. Sáttmáli hansara við FC Barcelona gongur út í summar.