Sunnudagin 26. nov kl 20 verður konsert í Sirkus við Kára Sverrisson og Øssur Johannesen.
Kári Sverrisson spælir egin løg afturvið akustiskum guittara, ofta egnar yrkingar ella tekstir, ið eru umsettir úr øðrum máli.
Øssur Johannesen spælir egin løg til yrkingar og týðingar hjá Aleksander Kristiansen og Joanes Nielsen. Umframt at vera tónleikari, er Øssur Johannesen eisini listamadur.
Atgongumerki kosta 100 við dyrnar.