Kári Svensson: Ólavsøkuframsýningar eru nakað serligt

Kári Svensson hevur framsýning við fleiri nýggjum listarverkum í Gallarí Havnará

- Eg havi altíð sæð fram til ólavsøkuframsýningar og sjálvur havt nógvar gjøgnum árini. Annars havi eg fyri tað mesta framsýningar uttanlanda og ikki so nógvar í Føroyum. Gallarí Havnará er nýtt fyri mær, eg havi hildið til her í skjótt eitt ár. Hetta liggur mitt í býnum, her kemur nógv fólk, so hetta er eitt fantastiskt stað at hava eina ólavsøkuframsýning.

 

Listarverkini hjá Kára Svensson á framsýningini eru øll til sølu.

 

- Eg havi sum sagt ikki havt so nógvar framsýningar í seinastuni, orsaka av korona. Eg havi tó verið sera virkin hesa tíðina, og tí er framsýningin so stór.

 

Er hetta alt nýtt tilfar?

 

- Ja alt er málað innan seinasta hálvt annað árið.